Barnaverndarstovan

Hvussu kann barnaverndin hjálpa?

15. juni 2023

Saman við SIG FRÁ eru vit úti við filmi, sum vísir, hvussu barnaverndin kann hjálpa, tá tørvur er á tí. Barnaverndartænasturnar hava ábyrgd av, at børn í teirra øki, sum hava brúk fyri tí, fáa neyðugu hjálpina. Veitst tú, hvør kann venda sær til barnaverndartænastuna? Veitst tú, hvussu barnaverndartænastan arbeiðir? Veitst tú, at tú hevur skyldu at boða barnaverndartænastuni frá, um tú stúrir um trivnað og menning hjá einum barni? Øllum hesum verður greitt frá í filminum.

Filmurin er upprunaliga norskur og síðani lagaður til føroysk viðurskifti við loyvi frá bufdir.no.

Sí filmin á føroyskum máli.

Sí filmin á enskum máli.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo