Treytir fyri fosturforeldur

Lógin ásetir, at fosturforeldur skulu lúka nakrar ítøkiligar treytir fyri at fáa góðkenning. Treytirnar eru:

  • rein revsiváttan
  • rein barnaváttan
  • heilsuváttan frá lækna
  • nøktandi bústaðarumstøður
  • góð fíggjarviðurskifti
  • góð umsorganarevni, foreldraførleikar og møguligar royndir at uppala børn

 

Krevjandi uppgáva

Fosturforeldur skulu vera til reiðar at taka ímóti einum barni, sum møguliga krevur nógva røkt og stuðul. Barnið kann eitt nú hava atferðartrupulleikar ella vera illa fyri kensluliga. Tí er av stórum týdningi, at fosturforeldur kunnu geva barninum tryggar karmar, nærveru, vísa umsorgan og stuðla menningini hjá barninum. Fosturforeldur skulu hava ávísar førleikar, fyri at verða góðkend. Uppgávan krevur eisini avlopsorku og áhaldandi menning/útbúgving á økinum. Afturfyri fáa fosturforeldur møguleika at betra lívið hjá einum barni við at nýta sínar førleikar og familjulív sum amboð.

Fosturforeldur skulu megna at arbeiða tætt saman við serkønum og at fylgja eini møguligari viðgerðarætlan fyri barnið. Harumframt skulu tey megna at samstarva við foreldrini at barninum.