Vanrøkt í sambandi við skúlagongd
Lat alt upp
Barn er ikki innskrivað í skúla ella forsømir skúlan nógv av ólógligum orsøkum

Til dømis:

Barn møtir illa upp í skúlanum og foreldrini gera einki við tað.

Barn er ikki innskrivað í skúla ella forsømir skúlan nógv uttan lógliga grund, til dømis tí at barnið ansar eftir yngri systkjum, ella av tí at foreldur ikki vakna nóg tíðliga at senda barnið í skúla rættstundis

Foreldur hirða ikki um tilboð frá skúla um serundirvísing til barnið

Skúlin sendir barn til kanningar, av tí at illgruni er um læringartrupulleikar, ella til serundirvísing orsakað av læringartrupulleikum, sum foreldrini ikki leggja lag í.

Barninum vantar í heilum neyðug amboð til skúlaarbeiði

Til dømis bøkur, fimleika- og svimjiklæði