Føroya Kærustovnur

Føroya Kærustovnur viðger ávís mál í sambandi við arbeiðið hjá barnaverndarnevndunum kring landið, millum annað tá avgerð skal takast í:

•    øllum málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti
•    málum viðvíkjandi rætti til ókeypis umboðan (av advokati)
•    málum um familjuviðgerð á stovnum hjá landinum
•    málum um dagstovnatilboð á stovnum hjá landinum
•    málum, har samtykki ikki er fingið frá tí/teimum, ið hava foreldramyndugleikan
•    málum, har børn úr 15 árum ikki hava givið samtykki

Listi yvir serkøn á Føroya Kærustovni

 

Samband

Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45, 110 Tórshavn


Telefon 32 05 85
Teldupostur: fks@fks.fo
Heimasíða: fks.fo

Avgreiðslutíðir:
Mánadag-hósdag 9.00 – 15.00 og fríggjadag 9.00 – 13.00