Vanrøkt í sambandi við umsjón og eftirlit

Foreldur hava ikki neyðuga umsjón og eftirlit við barni, og tí er trygdin og vælferðin hjá barninum í vanda. Hetta er galdandi í førum, tá ið barnið ikki er likamliga, andliga, sálarliga, kensluliga ella praktiskt búgvið at verja seg seg sjálvt í viðkomandi umstøðum.

Ymisk sløg av vanrøkt í sambandi við umsjón og eftirliti
Lat alt upp
Foreldur ansa ikki nóg væl barni

Foreldur eru til staðar, men ansa ikki nóg væl eftir barninum, soleiðis at tað kann koma sær í vanda. Foreldrini gáa ikki um hóttandi vanda og taka ikki fullgóð stig til at verja barnið fyri skaða. Dømi um hetta eru:

  • Barn verður lagt á skiftiborð og eingin ansar tí, er einsamalt í svimjihyli/heitum potti ella øðrum staði, har lív og heilsa barnsins er í vanda.
  • Barn er annaðhvørt ikki bundið nóg væl í bilstóli ella við trygdarbelti eftir aldri barnsins.
  • Barnið liggur í barnavogni uttan fyri hús/íbúð, matstovu ella annan stað og grætur uttan at tað hoyrist, og nakar letur við seg koma.
Barn er einsamalt, tó tað ikki hevur aldur ella er búgvið til tað

Barn, sum ikki er nóg gamalt ella búgvið til tað, er einsamalt, og eingin hyggur til tað eitt nú við hús ella í bili.

Barn er hjá skikkaðum persóni, men longur enn væl er

Barn verður latið skikkaðum persóni, men verður ikki heintað ásetta tíð, ella eingin avtala er gjørd um, nær komið verður eftir barninum; og tann, sum passar barnið, heldur seg hava passað tað longur enn rímiligt er. Eisini kann talan vera um, at barn óvanliga ofta verður passað hjá ymsum persónum.

Barn er hjá óskikkaðum persóni (tó ikki persóni, sum er harðligur við børn)

Barnið verður ansað av óskikkaðum persóni. Dømi um tað er t.d. at tann, ið passar barnið, hvørki hevur aldur ella er búgvin til tað, er evnaveikur, ávirkaður av alkoholi ella øðrum rúsevnum ella er álvarsliga sálarsjúkur og tí ikki skikkaður at ansa børnum.

Barn er hjá óskikkaðum einstaklingi, sum møguliga hevur verið harðligur og/ella hevur gjørt seg kynsliga inn á børn

Foreldur hava fingið fólk at passa barn, hóast tey vita, at viðkomandi hevur ligið ella liggur undir illgruna at hava verið harðligur við ella gjørt seg kynsliga inn á børn (failure to protect). Viðkomandi krevur ikki at vera dømdur fyri brotið, tí torført kann vera at prógva misbrot, og fríkenning staðfestir ikki sakloysi.

Foreldur siga seg vilja geva barn frá sær kanska med alla

Foreldur sigur seg ikki vilja eiga barnið ella vil sleppa av tað, og/ella reka tað út heimanífrá. Foreldur setur barn frá sær og ætlar ikki at koma aftur eftir tí, t.d. úti á víðavangi, á matstovu ella á almennum vesi.

Foreldur roynir at taka seg av lívi og er einsamalt um barnið.

Barn hevur ongan verja, av tí at annað av foreldrunum doyr ella hvørvur/rýmir

Barn missir verja, av tí at foreldur doyggja, av tí at foreldur missa sjálvræði, ella tí at foreldur verða handtikin ella hvørva av øðrum ávum, soleiðis at foreldrini ikki longur eru før fyri at taka sær av barninum.

Barn er ikki vart ella enntá í vanda, av tí at lítið skil er á foreldrum, eitt nú av rúsevnisnýtslu

Barn verður ikki vart ella er í vanda, av tí at lítið skil er á foreldrunum, og óskilið kemur fram á ymsan hátt. Dømi um slíkt eru:

  • Barn verður vitni til, at lítið skil er á foreldrum orsakað av rúsdrekka- ella aðrari rúsevnismisnýtslu.
  • Barn er í vanda, tí at foreldur koyra við tí í bili ávirkað av rúsdrekka ella øðrum rúsevnum.
Barninum er loyvt ella tað verður beinleiðis eggjað til at bera seg ólógliga ella ósiðiliga at

Barninum er loyvt, ella tað verður beinleiðis eggjað til at vera við í ólógligum ella ósiðiligum gerðum, t.d. innbroti, stuldri, rúsdrekka- ella aðrari rúsevnisnýtslu ella at selja kynsligar tænastur.