Kensluligur/sálarligur harðskapur
Lat alt upp
Foreldur hava støðugt neiligan hugburð og neiligar kenslur mótvegis barninum

Foreldur fáa sær til vana at bera seg ómenniskjansliga og niðrandi at móti barni. Dømi um slíkt er:

  • Foreldur koma alsamt við viðmerkingum um eginleikar barnsins, eitt nú útsjónd og lyndi
  • Foreldur finnast alsamt at tí, sum barnið ger, t.d. í sambandi við skúlating og húsarbeiði
  • Foreldur brúka neiliga lødd orð um barnið, eitt nú býttlingur, neyt, apukattur o.s.fr.
  • Foreldur senda barninum elektronisk boð, t.d. SMS-boð, ið annaðhvørt mugu haldast at vera andligur harðskapur ella kynsligur ágangur
Foreldur seta barninum órímilig krøv í mun til aldur og búningarstig barnsins

Foreldur seta barninum ov stór krøv í mun til aldur og búningarstig, t.d. at barnið letur seg í sjálvt, áðrenn tað eigur at klára tað við ongari hjálp.

Foreldur skoða ikki barnið sum sjálvstøðugan einstakling, men ábyrgja barn fyri sín egna kensluliga tørv

Foreldur virða ikki barn sítt sum sjálvstøðugan einstakling, men heldur sum eina leinging av sær sjálvum.

Barnið verður brúkt til at nøkta sálarligan/kensluligan ella kropsligan tørv hjá foreldrum, og leiklutirnir verða vendir við (role reversal), t.e. barnið tekur sær av til dømis sálarliga tørvinum hjá foreldrunum, heldur enn av sálarliga tørvi barnsins.

Barn verður vitni til harðskap millum foreldur

Barn verður vitni til harðskap millum onnur, eitt nú likamligan ella kynsligan harðskap millum foreldur, foreldur mótvegis systkjum, millum systkin hjá barninum ella millum barn/tannáring og foreldur.