Virksemi og bygnaður

Barnaverndarstova Føroya er ein felagskommunalur stovnur, sum virkar fyri at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í Føroyum. Ábyrgdarøkini hjá Barnaverndarstovuni eru í høvuðsheitum:


1.    At veita ráðgeving og skipa undirvísing til barnaverndartænasturnar kring landið
2.    At skipa og umsita Fosturforeldraskipanina
3.    At umsita og samskipa arbeiðið í Barnahúsinum

Barnaverndarstovan skal eisini virka sum ráðgevi hjá avvarðandi landsstýrisfólki umframt at hava ábyrgd av at savna og umsita hagtøl um barnaverndarøkið í Føroyum.
Uppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru lógarfestar í løgtingslóg um barnavernd. Endamálið við lógini er at tryggja børnum, sum liva undir heilsu- og menningarskaðiligum viðurskiftum, hjálp og umsorgan, so tey kunnu fáa ein tryggan uppvøkstur.

Sí filmin: Soleiðis kann barnaverndin hjálpa.

Bygnaður

Fyrisitingarliga liggur Barnaverndarstovan undir Kommunufelagnum. Barnaverndarstovan og Kommunufelagið halda til í sama bygningi og hava felags bókhald. Virksemið annars er heilt sundurskilt. 

Barnaverndarøkið verður umsitið kommunalt. Undantiknir eru tó stovnar hjá landinum, sum liggja undir Almannamálaráðnum.

Lógin áleggur kommununum at samstarva um barnavernd í økjum. Hvørt barnaverndarøki skal fevna um í minsta lagi 3000 íbúgvar. Hvørt øki hevur eina barnaverndartænastu, sum er sett saman av barnaverndarnevnd og eini fakligari umsiting, sum málsviðger barnaverndarmál. Tað eru kommunustýrini, sum velja barnaverndarnevndina. 

Søga

Barnaverndarøkið varð 1. januar 2006 lagt út til kommunurnar at umsita. Tað varð gjørt við nýggju barnaverndarlógini, sum løgtingið samtykti árið fyri. Í hesum sambandi gjørdu Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag á sumri 2005 samstarvsavtalu um at stovna og reka eina felagskommunala barnaverndarstovu, sum millum annað skuldi virka sum ráðgevandi stovnur fyri barnaverndartænasturnar kring landið.

Barnaverndarstovan fór at virka 1. oktober 2005.

Í desember mánaði í 2013 samtyktu Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag at leggja saman til eitt felag við heitinum Kommunufelagið, sum sostatt fevnir um allar kommunur í Føroyum. Nýggja felagið fór at virka 1. januar 2014.

Samstundis vórðu tey bæði, Barnaverndarstova Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, løgd undir samanlagda felagið sum sjálvstøðugar eindir.