Kommunufelagið
Listaleypurin 2015-2016
20. august 2015
Skráin fyri Listaleypin 2015-2016 er nú útkomin. Hetta skúlaárið er millum annað eitt nýtt royndartiltak, har næmingarnir fáa høvi at uppliva list sum part av frálæruni saman við lærarum og listafólkum.
Nýggj heimasíða er stovnað til Listaleypin Her ber til at lesa um tiltøkini og heinta faldara og umsóknarbløð.
Listaleypurin er eitt mentanarligt átak, sum skal geva fólkaskúlanæmingum høvi at uppliva góða yrkislist.
Listaleypurin byrjaði sum 3 ára royndarverkætlan í 2008 og er nú í føstum rømmum í samstarvi millum Norðurlandahúsið, Kommunufelagið og Mentamálaráðið.