Kommunufelagið

Hálvdagsskeið: Hvar finni eg tølini?

23. juni 2025

Hevur tú sum kommunustýrislimur onkuntíð sitið við einari greiðari mynd av, hvørji tøl tú kundi hugsað tær, men ivast hvussu tú fært tey til vega? Ella stendur tú eitt sindur trilvandi, tí tú á fyrsta sinni skalt í holt við at arbeiða við komandi fíggjarætlanini? Seinnapartin av august skipa vit fyri hálvdagsskeiðnum, "Hvar finni eg tølini?" við búskaparfrøðingi okkara, Hans Kára Vang. Vit verða í mesta lagi 15 hvønn dagin, so høvið at seta spurningar er gott.

 

Innihald:

  • Tú fært einfalda og nýtiliga fatan av, hvørji tøl um tína kommunu eru at finna í skipanunum hjá Gjaldstovuni (Búskaparskipanin) og Hagstovuni (Hagtalsgrunnurin)
  • Tú lærir, hvussu tú kanst taka tøl niður til egna nýtslu
  • Undirvíst verður á byrjanarstøði, so skeiðið krevur ongar fortreytir yvirhøvur
  • Minst til: Neyðugt er at hava farteldu við

 

Málbólkur

Kommunustýrislimir, sum hava brúk fyri at fáa til vega alskyns tøl um kommunur á Búskaparskipanini og Hagtalsgrunninum.

 

Skeiðshaldari

Hans Kári Vang, búskaparfrøðingur, Kommunufelagið.

 

Tíð

Hálvdagsskeiðið verður gerandisdagar í døgunum 18.-29. august 2025.

Undirvíst verður frá klokkan 9. Vit enda við eini máltíð kl. 12.

 

Kostnaður

Kr. 400 fyri hvønn luttakara.

 

Skeiðsstaður

R. C. Effersøesgøta 30, kjallarin, Tórshavn.

 

Tilmeldingarfreist

Seinasta freist at melda til er sunnudagin 10. august 2025 á armgard@kf.fo ella á telefon 302480. Sig frá hvønn dag tú meldar til. Tilmelding bindandi, men til ber at lata øðrum kommunustýrislimi plássið, um einum berst frá at møta.
Eru spurningar um skeiðið, ber til venda sær til Hans Kára, á telefon 78 70 05 ella á hanskariv@kf.fo. 

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo