Skeið: Alment innlit og partsinnlit
10. september 2025
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva luttakarunum eina greiða fatan av reglum um alment innlit og partsinnlit eftir fyrisitingarlógini. Eisini verður víst á, nær dátuverndarlógin hevur týdning í sambandi við innlit.
Málbólkur
Skeiðið er serliga ætlað starvsfólkum í kommununum, sum fáast við innlitsmál, málsviðgerð og/ella samskifti við borgarar – herundir á kommunuskrivstovum, í barnaverndini, á eldraøkjunum og á dagstovnum.
Fyrireiking
Skeiðið er 1 dag og verður lagt soleiðis til rættis, at tað ikki er neyðugt við fyrireiking.
Tíð og staður
Til ber at luttaka á skeiðnum mánadagin 8. ella týsdagin 9. desember 2025.
Alt eftir undirtøku kunnu skeiðsdagarnir verða lagdir saman ella fleiri skeiðsdagar lagdir afturat.
Nærri skrá og kunning um skeiðshøli verður sent seinni.
Skeiðshaldarar
eru Anna Dam og Janus Haraldsen, løgfrøðingar í Kommunuhúsinum (BVS og KF).
Kostnaður
Kr. 1.995,- við øllum.
Tilmeldingarfreist
Melda til her í seinasta lagi mánadagin 3. november 2025
Gevið gætur, at talið av plássum er avmarkað, og pláss verða tillutað í tí raðfylgju, sum vit fáa tilmeldingarnar. Tilmeldingin er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma.
Eru ivamál ella spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til okkum á kf@kf.fo ella á telefon 302480.