Børn & ung

Her liggja hentar upplýsingar og skjøl viðvíkjandi málum um børn og ung, sum kommununar varða av.

Listi yvir dagstovnar

Samskiftisupplýsingar hjá einstøku dagstovnunum og dagrøktarskipanum.

Vegleiðing um fíggjarlig frípláss

Útrokningartalva fyri tíðina 1. august 2019 til 31. juli 2020.

Vegleiðingin (2015) útgreinar ásetingarnar í kunngerð nr. 89 frá 2009 við seinri broytingum.

Felags vanlukkutrygging fyri skúlabørn og børn í ansing (2015)

Kommunurnar kunnu velja at tekna hald av felags vanlukkutrygging fyri næmingar í fólkaskúlanum (10. flokkur íroknaður) hjá Kommunufelagnum. Upplýsingar um treytir v.m.

Skúlabørn sum fara í frítíðaransing áðrenn og aftaná skúlatíð: Hesi børn skulu íroknast talinum fyri fólkaskúlan, og skulu tit tí ikki taka tey við í “tal á børnum í ansing”. Børnini eru tó fevnd av somu treytum sum “børn í ansing”, tá tey eru í frítíðarskúla.

Kommunurnar verða bidnar at venda sær til tryggingardeildina hjá Betri at melda skaðar.

Tann góða tilgongdin

Tann góða tilgongdin er heitið á einum greiðum og skipaðum samstarvi millum almennar myndugleikar, tá ræður um at finna gongdar leiðir fyri børn sum bera autismu og familjur teirra. Støðið verður tikið í einstøku familjuni, og brúkarin er við í øllum arbeiðinum.

Leikluturin hjá kommununum ger seg serliga galdandi innan dagstovnaøkið og starvsfólkunum har, ið koma í samband við stóran part av børnunum í kommununi. Har stúran er um autismu og aðrar serligar avbjóðingar hjá summum børnum, hevur gerandisdagurin á dagstovninum stóran týdning, eins og tær eygleiðingar, sum starvsfólkini gera hesum børnum.

Starvsfólk á dagstovnunum kunnu heinta hesi skjøl at brúka í tilgongdini:

Vegleiðing í samband við eygleiðing – autisma.

Uppskot til vegleiðing um miðlan v.m. av persónsupplýsingum. Eisini er stutt framløga frá Landsskjalasavninum    um sama.

Vegleiðingin snýr seg um persónsupplýsingar um børn á dagstovni, um miðlan av persónsupplýsingum millum dagstovnar og frá dagstovni og til skúla. Talan er um upplýsingar, sum eru neyðugar fyri trivnaðin hjá barninum á dagstovninum og í skúlanum.

Eisini er ein bóklingur fyri foreldur gjørdur.