Kommunufelagið

Kommunupolitikarar á ting

10. august 2015

Kommunal- og landspolitikari: Fyrimunir og vansar

Landsstýriskvinnan í kommunumálum førdi her fyri fram, at hon hevði ætlan um at leggja uppskot fyri Løgtingið á Ólavsøku, um at borgarstjórar ikki skulu hava møguleika fyri, at vera borgarstjórar samstundis sum tey eru løgtingsfólk. Henda ætlan  hevði við sær ávist kjak har fleiri meina, at demokratiski rætturin hjá einum ávísum samfelagsbólki við hesi ætlan verður skerdur.

Les eisini um  "ætlanir at skerja demokratisku rættindini hjá borgarstjórum"

Danska fólkatingsvalið er nýligani farið afturum bak og í nývalda Fólkatinginum sita ikki færri enn 37 kommunustýrislimir.

Val- og kommunalgranskarin Roger Buch, ið er granskingarstjóri á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole, førir fram, at tað kann vera ein fyrimunur fyri ein politiskan flokk, at nógvir kommunalpolitikarar eisini blíva valdir inn á Fólkating.

Fyri tað fyrsta, hava tey nývaldu, ið eisini eru kommunalpolitikarar longu nakrar politiskar royndir ið gera, at tey longu frá fyrsta degi kunnu taka við ábyrgd. Hetta kann serliga vera ein fyrimunur, um ein flokkur kemur í stjórn, so kunnu nýggju fólkini taka sær av dagliga virkseminum í Fólkatingsbólkinum og innanfyri nevndararbeiði.

Roger Buch er av tí fatan, at fyrimunirnir ganga báðar vegin. Kommunalt er tað ein fyrimunur á tann hátt, at kommunurnar nýta gott av, at hava onkran á Christiansborg, sum veit hvat gongur fyri seg og hevur kunnleika til hvørji lógarátøk eru ávegis. Somuleiðis er tað eisini ein fyrimunur fyri Fólkatingið at hava fólk við praktiskum royndum frá tí kommunala geiranum.

Hinvegin kann tað eisini hava nakrar vansar við sær at kommunalpolitikarar eisini eru landspolitikkarar. Hetta kann vísa seg við at arbeiðsbyrðan verður ov stór, sum er sama sjónarmið, ið landsstýriskvinnan í kommunumálum millum annað hevur ført fram. Eisini kann tað vera ein vansi, at politisku flokkarnir ikki fáa enn fleiri fólk við royndum innan politiska arbeiðið, av tí at somu fólk bæði sita úti í kommununum og inni á Christiansborg.

Samanumtikið sigur Roger Buch, at sum kommunalgranskari, meinar hann, at tað kann vera avbera gott fyri kommunurnar at hava nógvar kommunustýrislimir inni á Christiansborg. Hetta grundar hann á, at fleiri dømi eru um, at Fólkatingið í sínum arbeiði, hvørki hevur fatan av ella vitan um, hvussu kommunurnar í veruleikanum virka.

At enda sigur Roger Buch, at tað tískil er ein klárur fyrimunur bæði fyri demokratiið og kommunurnar at fáa fólk inn í Fólkatingið, ið hava vitan um hvussu kommunurnar í veruleikanum virka.

Kelda: nyhedsmagasinet danske kommuner

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo