Avtala um fylgjarar
28. apríl 2015
Meginfelag teirra brekaðu hevur gjørt avtalu við kommunurnar um, at stovnar, sum fáa rakstrarjáttan ella stuðulsjáttan frá kommununi, binda seg til at ganga inn í eina skipan við fylgjarakorti sambært leiðreglum fyri fylgjarakort til fólk, íð bera brek.
Umboð fyri kommunurnar og Tóra við Keldu, forkvinna í MBF, undirskrivaðu avtaluna 24. april. Niðanfyri er talan hjá Tóru til kommunufólk.
Enn eitt stig á javnrættidaleiðini
Í dag er avtalan ímillum kommunurnar og Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum viðvíkjandi fylgjarakorti undirskrivað. Við hesum er gjørd avtala um, at stovnar, sum fáa rakstrar- og stuðulsjáttan frá kommununi, binda seg til at ganga í eina skipan við fylgjarakorti sambært leiðreglum fyri fylgjarakort til fólk, ið bera brek.
Hetta er ein stórur dagur fyri MBF, og er eisini eitt framhald av teimum avtalum, sum vit longu hava undirskrivað við Mentamálaráðið, Vinnumálaráðið, Almannaráðið og Smyril Line.
Havi hug at halda, at góðskan av lívinum kann mátast eftir, hvussu atkomuligar umstøður okkara í gerandisdegnum eru. Her hugsi eg sjálvandi um atkomu í breiðum týdningi – útbúgving, upplýsing, at fáa tíðindini og sendingar annars í útvarpi og sjónvarpi við, og alt tað, sum annars gevur tær møguleika at vera so virkin sum gjørligt og at vera partur av gerandislívinum, har vit eru.
Her kemur fylgjaraskipanin eisini inn. Avtalan er eitt frambrot, men eisini grundleggjandi neyðugt, um allir føroyingar skulu vera við á jøvnum føti.
Síðani er tað likamlig atkoma. Tá tosa vit um hurðavíddir, skráar, lyftur, gáttir, rúmlig vesi og tað, sum í sjálvum sær kann vera ein forðan fyri, at allir føroyingar kunnu vera við. Hugsið tykkum, tit sum hava undirskrivað fylgjaraavtalu við MBF, um tit øll skuldu gjørt kraftlop, áðrenn tit sluppu á ársfundin hjá Kommunufelagnum í dag. Ella lopið hæddarlop fyri at koma inn um hurðina. Ja, eg veit ikki, hvussu mong vit høvdu verið. Møguliga er ov sjáldan, at vit, sum megna at ganga í trappum, upp um høgar gáttir, toga í tungar hurðar síggja, hvussu ótrúliga skjótt tað er at kenna seg óynsktan og bara muga viðurkenna, at eg kann ikki vera við. Eg veit, at tað er ikki tað, vit siga, men tað er tað, vit í ávísum støðum, vísa.
Atkomuviðurskiftir í og við bygningar vera í dag skipað í kunngerð nr. 13 frá 10. februar 2012. Tað verður ongantíð sagt ov ofta og týðiliga, hvussu stóran týdning tykkara uppgáva sum kommunur er. Tit eru byggivaldið og tískil góðkennandi byggimyndugleiki og hava eftirlit við, um bygt verður eftir góðkendum byggiloyvi og galdandi reglum. Hetta er galdandi, tá ið nýggir almennir bygningar verða bygdir. Kunngerðin hevur ikki ásetingar um revsing orsakað av, at tað ikki er heimild í býarskipanarlógini til revsiásetingar.
Royndirnar hjá okkum í MBF eru, at flest øll vilja byggja atkomuligt. Hetta er eisini eitt av hjartamálunum hjá MBF, at likamlig atkoma verður tikin í álvara. Her hugsi eg eisini um gamlar bygningar - tí er ikki altíð so nógv, sum skal til. Vit skulu fyrst og fremst venja okkum at hugsa, at sjálvsagt skulu allir føroyingar hava sama møguleikan at koma inn og vera við.
Áhugin fyri fylgjarakorti er stórur. Í dag hava 65 brúkarar fingið kort og kunnu njóta gott av fylgjaraavtalunum. Eg vil fegin takka tykkum í Kommunufelagnum hjartaliga fyri vælvild og vilja at gera avtaluna í dag til veruleika. Við hesum avtalu kunnu enn fleiri føroyingar vera við og hetta er enn eitt stig á javnrættindaleiðini.
Takk fyri!