Skeið fyri kommunala geiran

Kommunufelagið hevur skeiðsdagar týsdagin 2. juni til hósdagin 4. juni, har vit bjóða tvey ymisk skeið út til fólk, ið starvast innan kommunala geiran.
Fyrra skeiðið er tveir skeiðsdagar og snýr seg um høvuðstættirnar í fyrisitingarrætti. Endamálið við skeiðinum er at fáa eina grundleggjandi fatan av vanligum fyrisitingarrætti og av øðrum reglum, sum eru serliga viðkomandi fyri arbeiðið í einari kommunalari fyrisiting.
Seinna skeiðið er ein skeiðsdag og snýr seg um alment innlit og partsinnlit. Endamálið við skeiðinum er at fáa eina greiða fatan av reglum um alment innlit og partsinnlit eftir fyrisitingarlógini.
Skeiðið er fyri starvsfólk í kommunala geiranum og er serliga ætlað starvsfólkum í kommununum, sum so ella so fáast við málsviðgerð. Eitt nú á kommunuskrivstovum, í barnavernd, á eldraøkjum og á dagstovnum.
Til ber at melda seg til annað ella bæði skeiðini, sum verða á Hilton Garden Inn.
Innbjóðingar við tilmeldingarleinki eru sendar kommunuskrivstovum. Freistin at melda til er mánadagin 4. mai 2026.
Komandi tiltøk