Kommunufelagið

Kommunufelagið ynskir eina samanhangandi eftirmeting av eldraøkinum

07. desember 2018

Kommunufelagið hevði í dag, 7. desember 2018, borgarstjórafund, har flestu kommunurnar í Føroyum vóru umboðaðar. Á dagsskránni var millum annað eftirmetingin av eldraøkinum og leiklutur kommunurnar á bústaðarmarknaðinum.

Landsstýrið boðaði fyri einum ári síðani frá, ítøkiliga tann 4. desember 2017 , at tíðliga í 2018 skuldi ein eftirmeting gerast av øllum eldraøkinum. Kommunufelagið kann bara staðfesta, at higartil er eingin samanhangandi eftirmeting gjørd. 

Hinvegin eru fleiri broytingar gjørdar, sum máa burtur av fíggjarliga grundarlagnum hjá kommununum, samstundis sum lagt er upp til at gera fleiri broytingar í ábyrgdarbýtinum millum land og kommunur á eldraøkinum. Talan er um broytingar, sum hava munandi meirútreiðslur við sær fyri kommunurnar.

Á borgarstjórafundi í dag var einmælt samtykt, at kommunurnar undir ongum umstøðum góðtaka, at fleiri broytingar verða gjørdar, sum áleggja kommununum útreiðslur. Samstundis krevja kommunurnar fulla kompensatión fyri tær útreiðslur, sum longu eru lagdar á kommunurnar.

Kommunurnar krevja, at land og kommunur í felag fara undir eina samanhangandi eftirmeting á eldraøkinum. Eina eftirmeting, sum bæði snýr seg um tænastur og kostnað.      

Til umrøðu var eisini kommunurnar leiklutur í mun til útvegan av bústøðum. Eingin niðurstøða var hesum viðvíkjandi; millum annað tí at kommunurnar ynsktu at hyggja nærri at sokallaða bústaðarpakkanum, sum var lagdur fram samstundis sum Borgarstjórafundurin hjá felagnum var hildin. Hetta málið verður tikið uppaftur á komandi borgarstjórafundi hjá felagnum, sum verður 22. februar.     

Vegna Kommunufelagið

Dennis Holm

Formaður 

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo