Kommunufelagið
Fundur við løgmann
15. mai 2018
![](/admin/public/getimage.ashx?format=webp&quality=80=&crop=7&x=0&y=0&image=/Files/NewsImages/Kommunufelagid/img_0486.jpg&width=800&height=500)
Formaðurin og næstformaðurin í Kommunufelagnum hittu í dag løgmann á fundi í Tinganesi, har felags mál vóru umrødd.
Felagið hevur í eina tíð ynskt eina skipan, har landsmyndugleikin og kommunurnar javnan koma saman at viðgera sínámillum viðurskifti, og hetta ynskið var gingið á møti við fundinum í dag.
Avtalað varð, at tríggir fundir verða partanna millum á hvørjum ári, soleiðis at samskifti og samstarv kann koma í eina fasta legu.
Meira er at lesa um fundin á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.