Kommunufelagið

Vit flyta

11. desember 2015

Í hesum døgum flytur umsitingin í Kommunuhúsinum í størri og rúmsáttari høli. Tað var vorðið nakað trongligt í R.C.Effersøesgøtu 30, og tí hevur Kommunufelagið útvegað sær  eini  onnur hús í grannalagnum. Talan er um ognina á horninum R.C.Effersøesgøta/Gripsvegur, har grannskoðarafyritøkan INPACT áður hevur hildið til. Vit fara sostatt ikki so langan veg.

Húsini, sum annars vóru í góðum standi, hava fingið nakrar dagføringar seinastu tíðina. Tey eru eisini frískað upp við ljósum og løttum litum, og vit halda tey hóska væl til tørvin hjá Kommunufelagnum, Barnaverndarstovuni, SSP og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. 

Tað  verður skipað fyri móttøku í nýggju hølunum í januar mánaði, tá alt er komið upp á pláss, og vit hava lagt jóla- og nýggjárshátíðina aftur um okkum.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo