Hent skjøl
Lat alt upp
Matstovu- og skeinkiloyvi, kunning til kommunurnar (2019)

Loyvisnevndin hevur tikið saman um reglurnar um skeinkiloyvi. Kunningin kann heintast her.

Roknskaparreglugerð, uppskot (2012)

Sambært § 4, stk. 2, í kunngerð nr. 89 um roknskaparverk kommunanna, áliggur tað fíggjarnevndini, at gera og dagføra roknskaparreglugerðina, og at ansa eftir at hon verður hildin.

Fylgjarakort (2015)

Avtala er gjørd millum kommunurnar og Meginfelag teirra brekaðu um fylgjarakort. Reglur fyri hvør kann fáa fylgjarakort og hvussu tey verða umsitin.

Valplakatir (2015)

Fyri at tryggja ferðsluna, hevur Landsverk gjørt eina vegleiðing um valplakatir við landsveg.

Vegleiðing um tá húsdjór eru til ampa fyri grannalagið (2012)

Føroya kommunufelag hevur fingið Hansen & Thomassen er advokatskrivstovu at gera vegleiðing um, hvussu kommunurnar kunnu handla, tá hús- og kelidjór eru til ampa. Vegleiðingin er fingin til vega vegna fyrispurningar frá limunum um, hvat kann gerast við húsdjór, ið eru til ampa fyri grannar og onnur.

Jarðhitaskipanir (2013),

Umsóknarblað við leiðbeining, sum Jarðfengi hevur gjørt til borgarar, sum ynskja at fáa sær jarðhitaskipan.

Frítíðarhús (2008)

Vegleiðing um krøv til byggisamtyktir og øki til frítíðarhús.

Kortskjøl við tilknýti til býarskipan og/ella byggisamtyktir (2008)

Mannagongdir um hvussu plankort verða til.