Kommunusamanleggingar

Seinnu árini hava vit sæð eitt ávíst rák millum kommunurnar, at tær vilja leggja saman í størri eindir. Hetta hevur havt við sær, at tríggjar tær størstu kommunurnar, Tórshavnar-, Klaksvíkar og Runavíkar kommunur, eru vorðnar enn størri, og aðrar nýggjar samanlagdar kommunur eru vorðnar eyðsýndari í kommunala landslagnum: Vágoyggin fevnir nú bert um tvær kommunur: Vága og Sørvágs kommunur, bygdirnar við Sundalagið eru í dag saman í Sunda kommunu, sum Gjógv eisini er partur av. Leirvík og Gøta kastaðu saman um Eysturkommunu í 2009. 

Sum tað sæst á kortinum, eru samanleggingar bert farnar fram norðanfjørðs. Sunnanfyri hevur hugurin at finna saman í størri eindir ikki verið tann sami. Ymiskar orsøkir munnu vera til hetta, og áhugavert kundi verið, at tær vóru útgreinaðar nærri.

Kommunusamanleggingarnar tykjast hava gjørt sítt til, at nøkur øki í landinum hava styrkt sína støðu. Hinvegin kunnu vit so spyrja, um tað er vantandi samanleggingarhugur, sum er sjálv orsøkin til, at onnur øki standa seg verri.

 

Samanløgdu kommunurnar eru:
Lat alt upp
Eysturkommuna

Klaksvíkar kommuna

Runavíkar kommuna

Sunda kommuna

Sørvágs kommuna

Tórshavnar kommuna

Vága kommuna