Vaktarskifti í Kommunufelagnum

Jákup Frants Larsen hevur verið formaður í starvsbólkinum í Kommunufelagnum síðani felagið var stovnað í 2014, eins og hann røkti starvið sum formaður í starvsbólkinum í Kommunusamskipan Føroya (KSF) árini frá 2009 til 2014.

 

1. september í ár legði Jákup Frants Larsen frá sær sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu eftir at hava verið í starvi hjá kommununi í samfull 45 ár. Hann hevur øll hesi árini eisini verið sera virkin í felags kommunalum høpi.

Hann hevur verið formaður í starvsbólkinum í Kommunufelagnum síðani felagið varð stovnað í 2014, eins og hann var formaður í starvsbólkinum hjá Kommunusamskipan Føroya (KSF) árini frá 2009 til 2014.

Í starvsbólkinum í kommunufelagnum sita hægstu fyrisitingarligu leiðaranir í kommununum. Uppgávan hjá starvsbólkinum er at fyrireika øll mál, sum skulu leggjast fyri stýrið í Kommunufelagnum til politiska støðutakan. Jákup Frants Larsen leggur nú eisini frá sær sum formaður í starvsbólkinum í Kommunufelagnum.

Jákup Frants Larsen hevur umboðað kommunurnar í ymiskum álitisstørvum, har hann við sínum holla innliti í kommunal viðurskifti hevur talað kommunurnar søk.

Á lítlari samkomu, sum stýrið skipaði fyri fríggjadagin 4 september, takkaði formaður Kommunufelagsins Jákup Frants Larsen fyri drúgva og virðismikla tænastu kommunala geiranum at frama.

Á stýrisfundi varð eisini gjørt av, at Bjørgfríð Ludvig, kommunustjóri í Tórshavnar kommunu, verður formaður í starvsbólkinum, tað sum eftir er av hesum valskeiðinum.

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 15-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 13-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 24-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-03-2017