Kommunufelagið

Umfatandi kommunureformur ávegis í Norra

09. juni 2015

Norska stjórnin hevur ætlanir um at flyta eitt stórt tal av uppgávum frá landi út til kommunurnar.

Tað er eingin kommunalreformur framdur í Norra síðan síðst í 1950´unum og er samfelagið  nógv broytt síðan tá.

Talan skal verða um størstu uppgávuflyting, millum land og kommunur, nakrantíð.

Um so er, at kommunureformurin skal gerast veruleiki, er neyðugt at skapa nýggjar og størri kommunueindir. Í dag eru 428 kommunur í Norra. Hvat talið á kommunum skal koma niður á, er ikki endaligt avgjørt. Útgangsstøðið er, at kommunurnar sjálvar skulu leggja saman, tó so, at velja kommunurnar ikki sjálvar at leggja saman, kunnu kommunurnar verða tvingaðar til samanlegging ella tvingaðar at arbeiða saman við grannakommunum.

Í eini roynd at eggja til sjálvbodna samanlegging, verður ein stuðul, roknaður eftir íbúgvaratali, uppá ímillum 5 og 30 milliónir norskar krónur útgoldin. Harumframt dekkar landið tær útreiðslur, sum standast av sjálvari samanleggingini. Alt eftir íbúgvaratali og hvussu nógvar kommunur velja at leggja saman, verður útgoldið ímillum 20 og 65 milliónir norskar krónur.

Kommunur, ið ikki sjálvar hava søkt um ella tikið stig til samanlegging á vári 2016, fáa ikki útgoldin nakran stuðul.

Ætlanin er, at kommunusamanleggingin endaliga skal vera avgreidd í 2020. 

Málið við nýggja norska kommunureforminum

Norska stjórnin hevur set upp 4 yvirorðnaði mál við nýggja kommunureforminum:

  • Góða og javnlíka tænastu til allar borgarar: Hugsanin er, at størri kommunur hava betri kapasitet og førleikar til at veita eina góða og javnlíka tænastu til borgaran.

  • Samlaða og samskipaða samfelagsmenning: Reformurin skal vera við til at styrkja og samskipa menningina bæði í nær- og økisumhvørvinum runt alt landið. Bæði tá tað kemur til jarðarbrúk, trygdina hjá borgaranum og tilbúgvingarætlanir, flutning, vinnu, umhvørvi og veðurlagsbroytingar og eisini tí sosialu menningina.

  • Burðardyggar og fíggjarliga sterkar kommunur: Størri kommunur koma at hava eitt størri tilfeingi og har til kemur fólka- og ídnaðarsamansetingin at verða meira støðug.

  • Styrkja nærfólkaræðið og geva størri kommunum fleiri uppgávur: Ein størri og sterkari kommuna hevur betur møguleika fyri at taka ímóti fleiri uppgávum. Hetta vil víðariføra við sær, at kommunan fær størri sjálvræði og á tann hátt eitt størri sjálvstýri.

Kommunureformurin inniber tískil, at ábyrgdin verður miðspjaðað, og tað verður minkað um tí statsligu detaljustýringina.

Uppgávur, ið eru í uppskoti til at blíva lagdar út til kommunurnar at umsita, eru alt frá tannlækna, endurvenjing og hjálpitólum til umsiting av umhvørvinum.

Ætlanin er eisini, at tær størstu kommunurnar skulu hava møguleika at yvirtaka eitt nú ábyrgdina av hægri lesnaði og undir ávísum fortreytum skulu størstu kommunurnar eisini hava møguleika fyri at yvirtaka tí kollektivu ferðsluna.

Fleiri upplýsingar um kommunureformin í Norra eru at finna á www.kommunereform.no.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo