Aðalfundurin er hægsta vald felagsins. Tá talan ikki er um mál, sum skulu viðgerast á aðalfundi, er ovasta leiðsla felagsins eitt stýri við í mesta lagi 13 limum, sum er sett saman fyri 4 ár í senn.
Stýrið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni og annars eftir somu mannagongd, sum formaður og næstformaður verða valdir í kommunustýrum.
Stýrið skipar formannin í Starvsbólkinum og umboðan felagsins úteftir í nevndir og ráð.