Kommunufelagið

Tilnevning til Býarskipanarnevndina

23. februar 2016

Nú Býarskipanarnevndin skal veljast av nýggjum, hevur stýri felagsins valt Lovisu Glerfoss, tekniska leiðara í Vága kommunu, og Eyðun Petersen, tekniska leiðara í Runavíkar kommunu, sum fastar limir. Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar kommunu, og Gunnleyg K. Dánjalsson, fulltrúi á teknisku deild í Klaksvíkar kommunu, eru valdar sum varalimir.

Uppgávan hjá Býarskipanarnevndini er m.a. at geva landsstýrismanninum ummæli, tá kommunurnar ynskja at gera nýggjar býarskipanir og byggisamtyktir ella broyta verandi.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo