Kommunufelagið

Skrivstovubygningurin í Kvívík til sølu

27. oktober 2015

Kommunufelagið hevur nú sett skrivstovubygningin í Kvívík til sølu. Húsini standa í vinnuøki og sera væl fyri mitt í bygdini. Har er náttúruvakurt, friðarligt og barnavinaligt. 

Frá húsunum er gott útsýni yvir bygdina og út á víkina. Í niðaru hædd er inngongd, gongd, wc, fundarhøli við egnari inngongd, vinnu- / umsitingarhøli, starvsfólkakøkur og fýr- og tøknirúm. Í erva eru 2 goymslurúm.

Prísuppskotið er 995.000 krónur.

Meira fæst at vita um ognina á heimasíðuni hjá Inni.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo