Sáttmálin við Sprotan

Á middegi í gjár varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður millum Sprotan, Mentamálaráðið og Kommunufelagið.
Nýggi sáttmálin tryggjar, at netorðabøkurnar hjá Sprotanum framvegis verða ókeypis fyri brúkaran.
 
Heldur enn at brúkarin skal rinda, eru tað ístaðin Mentamálaráðið og Kommunufelagið, sum í felag fíggja hesa tænastuna.
 
Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar- og granskingarmálum, fegnast um, at sáttmálin nú er longdur.

- Sum undirvísari minnist eg, hvussu torført tað kundi vera at fáa tey ungu at blaða upp í orðabókunum. Men síðani orðabøkurnar gjørdust talgildar og atkomiligar hjá øllum er eingin trupulleiki at fáa tey at sláa orð upp. Tað er so skjótt og lætt – og eingin ivi er um, at Sprotin styrkir bæði mál og skúlaskap, staðfesti landsstýriskvinnan.

Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum, var somuleiðis ivaleysur í, at Sprotin hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið.

- Hetta er ein partur av at verja og hjúkla um okkara lítla, føroyska mál. At allar orðabøkurnar eru tøkar á netinum hevur serliga stóran týdning fyri okkara ungu, tí tey soleiðis fáa so lætta atgongd til málið. Jonhard Mikkelsen kann ikki fáa nóg mikið av rósi fyri hetta megnar arbeiðið. Hesa framúr góðu tænastuna vilja vit við gleði rinda fyri, segði Dennis Holm.

Eisini Jonhard Mikkelsen frá Sprotanum fegnaðist um, at Mentamálaráðið og Kommunufelagið áhaldandi vilja fíggja virksemi Sprotans á netinum.

Higartil í 2019 hava tað verið 1.563.087 leitingar á Sprotin.fo.

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 15-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 13-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 24-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-03-2017