Kommunufelagið

Saman - eisini á netinum

27. august 2015

Nú heimasíðan hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum - kaf.fo - er dagførd, er rokkið á mál við at umskipa tær tríggjar heimasíðurnar hjá okkum, sum eru saman í Kommunuhúsinum: Kommunufelagnum, Barnaverndarstovu Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Heimasíðurnar eru knýttar at hvørji aðrari og umboða savnaða virksemið í Kommunuhúsinum. Hetta fer vónandi at gera sítt til, at kunningin um okkara  virksemi bæði verður støðugari og sjónligari manna millum.

Vit vilja fegin nýta samanknýttu heimasíðurnar til at greiða frá tí ymiska, ið fyriferst á okkara starvsøkjum, og taka tey sjónarmið fram, ið gera seg galdandi har. Kommunali geirin gerst alt meira fjøltáttaður - við tí ábyrgd, ið har til hoyrir. Vit vóna, at heimasíðurnar endurspegla hetta, soleiðis almenningurin fær eina breiða kunning um málsøkið og teir spurningar, sum eru partur av gerandisdegi okkara.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo