Nýggj tilmæli viðvíkjandi dagstovnaøkinum frá mánadegnum 7 september.

Nú tamarhald tykist verða á Koronu smittubreiðsluni í Føroyum, verða viðurskiftini á dagstovnaøkinum aftur normaliserað.

Seinastu tíðina hevur eingin smittubreiðsla verða innanlands í Føroyum. Í hesum sambandi hevur Kommunufelagið ráðført seg við Koronaráðgevingina.

Er støðan áhaldandi góð, tá ið hendan vikan er farin, metir Koronaráðgevingin, at tað er ráðiligt at:

  • Børnini kunna spæla saman uttan avmarkingar á dagstovnum í kommununum

  • Starvsfólkini kunna flyta ímillum stovur uttan avmarkingar.

Samstundis verður mint á at halda seg til almennu tilmælini um reinføri. Børn og vaksin vaska hendur, tá tey koma á stovnin og annars eftir tørvi. Eisini eigur hondspritt at verða tøkt at brúka ígjøgnum dagin.

Eisini er neyðugt, at dagstovnurin verður vaskaður væl og javnan.

Kommunufelagið

 

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 15-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 13-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 24-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-03-2017