Mjørkatos úr Fíggjarmálaráðnum

Í tíðindaskrivi dagfest hósdagin 10. januar ákærir Fíggjarmálaráðið Kommunufelagið fyri at verða komið við eini villleiðandi almennari fráboðan. Hetta er sjálvandi ikki rætt. Tað er hinvegin enn einaferð Fíggjarmálaráðið, sum ikki megnar at halda seg til fakta í einum máli, men sum við mjørkatosi roynir at grugga eitt annars sera einfalt mál.

Kommunufelagið vísti bara á eittans mál, sum hevði kostað kommununum 25 mió. kr. í 2018 og sum kemur at kosta kommununum aðrar 25 mió. kr. í ár. Síðani loyvdu vit okkum at siga, at hesar 50 mió. kr. høvdu komið væl við, til dømis á tí annars undirfíggjaða eldraøkinum ella á barna- og ungdómsøkinum.

Vit kundu sjálvandi eisini víst á onnur mál, sum hava kostað kommununum tvísiffraðar millióna upphæddir seinastu árini, t.d. avgjøldini á fiskivinnu og alivinnu, men vit valdu hetta ítøkiliga málið, tí bæði løgmaður og landsstýriskvinnan hava verið frammi og klárt og týðiliga givið kommununum lyfti um, at tær skulu fáa fulla kompensatión fyri tann inntøkumiss, tær hava havt. Hetta lyftið hevur landsstýrið bara ikki hildið. Tað er fakta.

Í staðin fyri at greiða frá, hvussu landsstýrið ætlar at kompensera kommununum fyri tann inntøkumiss, sum landsstýrið hevur verið atvoldin til, so verður fokus flutt til alt annað, ið er óviðkomandi fyri málið.

So spurningurin hjá Kommunufelagnum er framhaldandi: Hvussu ætlar landsstýrið at kompensera kommununum fyri tann inntøkumiss, sum landsstýrið hevur verið atvoldin til ?

Kommunufelagið

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 15-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 13-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 24-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-03-2017