Málið um óljóð frá skipum verður nú loyst

Kommunufelagið og landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum eru vorðin samd um leist, sum skal minka um ampa av óljóði frá skipum við bryggju í føroyskum havnum.

Ætlanin er, at einstøku kommunurnar samtykkja eina standardreglugerð fyri kommunalar havnir. Reglugerðin er gjørd í samstarvi millum kommunurnar og í samráði við Umhvørvis- og vinnumálráðið.

Í einari royndartíð fram til 1. november 2021 er ætlanin, at myndugleikarnir við regluligum ljóðmátingum finna fram til eitt markvirði fyri ljóðdálking, sum allir partar í samfelagnum kunnu taka undir við.

Í royndartíðini verða ljóðmátingar gjørdar við skipini, í nærumhvørvinum og inni á privatum ognum. Umboð fyri myndugleikar, vinnuna og felagsskapir sum Heimafrið hava møguleika fyri at vera við og eygleiða, tá ið mátingar verða gjørdar.

Eftir royndartíðina verða markvirðini ásett og alment fráboðað.

Vísa ljóðmatingar tá brot á ásettu markvirðini, fær viðkomandi skip boð frá havnini um at broyta raksturin og fáa viðurskiftini í rættlag. Fæst ljóðstigið ikki niður á ásett markvirði beinanvegin, skulu havnirnar nokta fyri at taka ímóti skipinum um viðurskiftini ikki eru fingin í rættlag innan eina nærri ásetta freist.

Kunnandi fundir hava verið við umboð fyri vinnuna og fyri felagsskapin Heimafrið. Hesi hava sum heild tikið væl ímóti teirri ætlan, sum fyriliggur.

Flestu størru havnirnar við vinnuligum virksemi hava bílagt sær útgerð at gera mátingar við, og innanfyri stutta tíð verða gjørdar regluligar ljóðmátingar í føroyskum havnum.

Við hesum vóna partarnir at hava fingið ein loysn, sum er til gagns fyri borgararnar samstundis sum vinna og myndugleikar hava greiðar reglur at halda seg til.

Kommunufelagið og Umhvørvis- og vinnumálraðið

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 20-05-2021
KOMMUNUFELAGIÐ 29-04-2021
KOMMUNUFELAGIÐ 29-04-2021
KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017