Landsstýrið og Kommunufelagið styrkja samstarvið

Kommunufelagið og Landsstýrið settu í morgun orð á størstu avbjóðingarnar í viðurskiftunum millum land og kommunur, og hvussu samstarvið og samskiftið millum partarnar kann gerast betri.

Nógvar avbjóðingar vórðu umrøddar, harímillum stóra trotið á starvsfólkum innan vælferðarøkið, heimild til kommunurnar at áleggja tænastugjøld, lættari atgongd til byggilendi í størru kommununum, bygnaðurin á orkuøkinum og annað.

Partarnir avtalaðu at hava minst tríggjar yvirskipaðar fundir um árið um áleikandi mál fyri at tryggja, at mál verða loyst, og at partarnir kunnu hava eina felags fatan av støðuni.

“Eg eri fegin um góða og konstruktiva fundin í morgun, har landið og kommur í felag hava sett orð á týdningarmiklar avbjóðingar, ið mugu loysast í felag, og at hetta verður fylgt upp við yvirskipaðum fundum millum partarnar. Eg vænti, at vit við hesum hava sett sjøtul á eina tilgongd, sum fer at bøta munandi um umstøðurnar hjá borgarunum og samfelagnum sum frá líður,” segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, tekur undir við løgmanni:

“Tað er umráðandi, at land og kommunur fáa í lag eitt regluligt samskifti um áleikandi mál. Vælferðin hjá okkara borgarum er okkara felags ábyrgd. Vit eru vald til at tæna somu borgarum. Vit standa fyri stórum avbjóðingum, sum vit mugu vera felags um at loysa. Tí gleðist eg um, at vit loksins hava fingið í lag fastar fundir millum Landsstýrið og Kommunufelagið,” segði Heðin Mortensen eftir fundin.

Seinnu árini hava kommunurnar fingið alsamt fleiri uppgávur at umsita, og tær fáa tí støðugt størri týdning fyri búskapin í landinum. Hetta saman við stóra fólkavøkstrinum ger, at avbjóðingarnar í sambandi við at tryggja vælferðina í landinum kunnu gerast ovurhonds stórar, um skilagóðar loysnir ikki verða funnar.

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 20-05-2021
KOMMUNUFELAGIÐ 29-04-2021
KOMMUNUFELAGIÐ 29-04-2021
KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017