Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, sá dagsins ljós í 2003. Felagið umboðar allar kommunurnar á arbeiðsmarknaðinum. Kommunurnar og kommunalir felagsskapir hava sáttmálar og avtalur við tey feløg, sum hava limir í starvi hjá kommununum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavn, er nevndarformaður, og næstformaður er Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna. Hinir nevndarlimirnir eru André Fredriksberg Danielsen, kommunustýrislimur í Sjóvar Kommunu, Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Bogi Bendtsen, deildarstjóri fyri fyrisitingina hjá SEV, og Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá KAF.