Kommunufelagið

Kommunurnar fingið nýggjan løgfrøðiligan ráðgeva

02. november 2015

Í dag, mánadagin 2. november, er Jóhan Lamhauge byrjaður í starvinum sum løgfrøðiligur ráðgevi hjá Kommunufelagnum.

Jóhan  er 40 ára gamal og útbúgvin løgfrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn í 2002. Hann hevur síðani 2005 virkað sum advokatur í Føroyum.

Løgfrøðiligi ráðgevin hjá Kommunufelagnum skal ráðgeva limakommununum í øllum løgfrøðiligum spurningum og fer eisini at virka sum løgfrøðiligur ráðgevi innanhýsis hjá fyrisitingini í Kommunufelagnum. 

Á myndini sæst Jóhan vinstrumegin ávikavist formannin og stjóran í Kommunufelagnum, Heðin Mortensen og Eyðun Christiansen.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo