Kom á ráðstevnu um frítíðarlívið í Føroyum 2. mars!

Á fyrsta sinni verður ráðstevna um frítíðarlívið í Føroyum, sum einans tekur støði í okkara veruleika, nevniliga í spildurnýggjari umfatandi vísindaligari kanning av frítíðarlívinum í Føroyum. Endamálið við kanningini er at fáa til vega vitan um frítíðarlívið og at vísa á møguleikar fyri menning. Ráðstevnan er startskotið, og her kanst tú hoyra um høvuðsúrslitini, sum fevna um ítrótta- og frítíðarvanar hjá børnum og vaksnum, hentleikar á frítíðarøkinum og um umstøður og trivnað hjá feløgum. Á ráðstevnuni verða alskyns framløgur og sjónarhorn at síggja frá bæði serfrøðingum, eldsálum og kønum innan síni øki.

Sí skránna her.

Fyri fjøldina er frítíðin umleið ein triðingur av lívinum. Tí eru framtíðar møguleikar og hugsjónir fyri frítíðina viðkomandi fyri okkum øll. Vit vóna at síggja umboð fyri kommunur, ítróttafeløg, felagsskapir, ungdómsfeløg, privatar og almennar stovnar - og onnur við áhuga fyri økinum.

Seinna dagin, hósdagin 3. mars, er møguleiki hjá kommunum, feløgum og felagsskapum at koma til verkstovu, har til ber at fáa sparring viðvíkjandi møguligum frítíðarverkætlanum.

Tað er ókeypis at taka lut. Melda til ráðstevnuna við senda ein teldupost til armgard@kf.fo ella við at ringja 302480 í seinasta lagi 28. februar kl. 12.00. Viðmerk um tú ætlar at luttaka á verkstovuni 3. mars.

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 04-04-2022
KOMMUNUFELAGIÐ 23-03-2022
KOMMUNUFELAGIÐ 21-12-2021
KOMMUNUFELAGIÐ 17-12-2021
KOMMUNUFELAGIÐ 20-05-2021
KOMMUNUFELAGIÐ 29-04-2021
KOMMUNUFELAGIÐ 29-04-2021
KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018