Innbjóðing til ráðstevnu

Kommunufelagið skipar hósdagin 13. september fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum undir heitinum “Við at gera nakað nú, vinna vit í longdini”. Endamálið ráðstevnuni er at varpa ljós á tann týdning, ið fyribyrgjandi arbeiðið hevur fyri børn og ung, og hvussu vit megna at lyfta hesa uppgávu í felag. Slíkt fyribyrgjandi arbeiði verður fyrst og fremst gjørt á tann hátt, at tey, sum dag og dagliga eru um børnini, geva tí serligan ans, at børnini mennast og trívast.

Tey eru mong, sum umframt foreldur og familjuna eiga ein leiklut í gerandisdegnum hjá børnunum: fólk innan politisku skipanina og starvsfólk á økinum – t.d. á dagstovnum, skúlum, ymsum frítíðartilboðum, eins og innan barnavernd. Øll hesi eru vælkomin á ráðstevnuna at finna sær íblástur og hugskot til, hvussu vit gera mestan mun. Væl samskipað átøk fyri børn og ung hava verið roynd í okkara grannalondum seinnu árini, og úrslit av hesum verða løgd fram á ráðstevnuni. Harumframt fara umboð fyri Kommunufelagið og  onnur áhugaði at greiða frá:

Hví ynskja vit broytingar?
Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum

Lívs- og heilsustøðan hjá føroyingum
Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum

Íslendska fyrimyndin
Umboð fyri Reykjavíkar býráð

Væleydnaði átøk og jaligar broytingargongdir
Stig Arne Berglund, lektari í sosialum arbeiði, Umeå Universitet

Fyribyrging í góðari tíð – byrjunarsamrøðan
Andre Buanes, samskipari børn og ung, Bergens kommune

Átøk, ið muna
Alisa Hammer, fyribyrgingarleiðari, Blái Krossur Føroya

Tað ósagda
Sigbritt við Neyst, sálarviðgeri

Fyribyrging í friðartíð – at gera íløgur í børn og ung
Arne Klyve, undirvísingarleiðari, Stiftelsen Bergensklinikkerne

Hvat nú – hvørja leiðir skulu vit ganga?
Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum
 

Tilmelding til ráðstevnuna er at finna her.

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 15-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 13-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 24-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-03-2017