Hvussu taka vit ímóti útlendingum?

Útlendingastovan og Kommunufelagið eru farin í samstarv um verkætlan, sum skal gera kommunurnar kring landið betri førar fyri at taka ímóti útlendskum tilflytarum.

Í hesum sambandi vóru starvsfólk hjá kommununum í farnu viku savnaði til stuttan fund hjá Kommunufelagnum. Tað vóru tey bæði, David Im og Barbara Jacobsen frá Útlendingastovuni, sum stóðu fyri framløguni.  

Kommunurnar høvdu frammanundan tikið lut í eini spurnakanning, har spurt var um mannagongdir í sambandi við, at útlendingar fyrstu ferð venda sær til kommununa. Úrslitið av kanningini var umrøtt og kjakast varð um, hvussu kommunurnar á besta hátt taka ímóti tilflytarunum.

Eftir ætlan verður endaliga tilfarið ein vegleiðing til starvsfólk í landsins kommunum. Vegleiðingin verður eitt amboð við kunning, góðum ráðum og íblástri til samskifti við útlendskar tilflytarar. Tilfarið verður bæði einfalt og alment, soleiðis at kommunurnar, uttan mun til stødd, kunnu fáa gagn av tí, og kunnu somuleiðis nýta tað sum íblástur til menning og tillaging eftir umstøðunum í einstøku kommununi.

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 15-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 13-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 24-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-03-2017