Fyrrverandi norski umhvørvisráðharrin á vitjan

Í sambandi við, at Norðurlendska Ráðharraráðið nú arbeiðir við at  dagføra stevnumiðini í umhvørvismálum, sum ráðið hevur sett sær fyri viðvíkjandi Agenda 2030, var fyrrverandi norski umhvørvismálaráðharran, Tine Sundtoft, á vitjan hjá Kommunufelagnum í dag.

Endamálið við vitjanini var at hoyra um støðuna í umhvørvismálum og burðardyggari menning á  kommunala økinum í Føroyum og um møguligar framtíðarætlanir og forðingar.

Á fundinum í Kommunufelagnum vóru eisini umboð fyri SEV og IRF, sum hvør í sínum lag lýstu støðuna á teirra virkisøki.

Tine Sundtoft fer í næstum at gera tilmæli til Ráðharraráðið um samstarvsmøguleikar millum norðurlondini, við serligum atliti at teimum stevnumiðum, sum vilja fremja eitt burðardygt umhvørvi, grønari loysnir og ein miðvísan veðurlagspolitikk.

Ætlanin er, at ein sameindur norðurlendskur umhvørvispolitikkur eisini skal gera sína ávirkan galdandi á altjóða stigi, tí umhvørvið er í størri og størri mun vorðin ein felags ábyrgd.

Á myndini eru: Sveiney Sverrisdóttir KF, Aslaug Gísladóttir IRF, gestirnir Satu Reijonen og Tine Sundtoft, Eyðun Christiansen KF, Hákun Djurhuus SEV og Poul Andreas Joensen IRF.

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 15-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 13-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 24-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-03-2017