Fráboðan viðv. eldraøkinum

Tiltøkini á eldraøkinum halda fram til fríggjadagin 08. mai.

Eldrabústovnarnir í kommununum eru framvegis stongdir fyri vitjandi, fyri at verja okkara eldri borgarar ímóti koronasmittuni.

Leiðslurnar á eldaraøkinum mæla til, at eldrabústovnarnir í kommunum framhaldandi eru stongdir fyri vitjandi, fyribils fram til 08. mai, tá ið hesar avmarkingarnar verða endurskoðaðar.

Bert í heilt serligum førum kann verða neyðugt hjá avvarðandi at koma á heimini eftir nærri avtalu við leiðslurnar.

Eisini øll fyriskipað felags tiltøk fyri eldri borgarar, sum eldratænasturnar vanliga veita, verða framhaldandi óvirkin fram 08. mai.

Í øðrum londum hava vit sæð vanlukkuligar avleiðingar, tá ið koronasmittan er komin inn á røktarheim og sambýli.  Føroyska samfelagið er helst millum einastu samfeløg í heiminum, har tað hevur eydnast at hildið koronasmittuni frá eldrarøktini; men hetta hevur bert eydnast, tí avvarðandi hava víst neyðugt fyrivarni, og tí at starvsfólk hava víst neyðugan professionellan hugburð.

Leiðslurnar á eldraøkinum fylgja gongdini neyvt og eru til reiðar at laga virksemi og mannagongdir til, um heilsufakligu tilmælini broytast.

Kommunufelagið

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 15-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 13-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 24-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-03-2017