Kommunufelagið

Evnisdagur um byggimálsviðgerð

27. januar 2017

Í sambandi við, at Bygningskunngerðin (BK17) kom í gildi við ársbyrjan, skipar Kommunufelagið fyri einum evnisdegi um ta øktu ábyrgd, sum kommunurnar nú hava fingið av byggimálsviðgerð og byggieftirliti. Marius Müller, deildarleiðari á byggi- og umhvørvisdeildini hjá Tórshavnar kommunu, fer at standa fyri evnisdegnum.

Evnisdagurin er ætlaður teimum, sum fáast við málsviðgerð á teknisku deildunum í kommununum eins og teimum, ið manna teknisku nevndirnar.

Tiltakið fer fram 3. februar, kl. 9.00 til 13.00, á Hotel Hafnia. Fólk kunnu tekna seg til evnisdagin við at senda ein teldupost til armgard@kf.fo innan 1. februar, kl. 12.00.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo