Eldraøkið letur varliga upp aftur

Tá Føroyar um miðjan mars mánað fór niður í ferð fyri at forða fyri, at COVID-19- smittan verður spjadd, hevði tað eisini við sær, at øll fyriskipað felags tiltøk fyri eldri borgarar, sum eldratænasturnar vanliga veita, vórðu avlýst, og bústovnar vórðu stongdir fyri allari vitjan.

Nú smittutrýstið í samfelagnum er minkað munandi, fara eldraøkini, eins og samfelagið annars, varisliga at økja virksemið aftur. Kommunufelagið hevur tí, saman við teimum 8 eindunum, sum umsita eldraøkið, gjørt tilmæli um, hvussu hetta kann fara fram.

Tilmælini vísa á, hvussu virksemið á eldraøkjunum/heimatænastunum kann setast í verk aftur. Grundarlagið er verandi støða, nú tamarhald er á smittuni við COVID-19. Broytist smittutrýstið, og tamarhald ikki longur er á smittuvegunum, verður neyðugt at herða átøkini aftur.

Mælt verður til, at átøk og tænastur stig fyri stig og varisliga verða sett í verk aftur eftir einum skipaðum leisti, har atlit verður havt at almennu leiðreglunum um sosialan atburð og reinføri.

Tilmælini eru í stuttum at:

  • Lata upp aftur fyri, at næstu avvarðandi aftur kunnu vitja búfólk á røktarheimum og sambýlum. Í fyrstani er neyðugt bert at loyva heilt fáum, og teimum somu avvarðandi at vitja.
    Somuleiðis verður møguligt hjá búfólki at fara av heiminum við avvarðandi, treytað av at tey í fyrstu atløgu bert eru saman við hesum somu avvarðandi.

  • Nýggju búfólk fara nú eisini at kunna flyta inn eftir ávísum leisti.

  • Persónligar tænastur til búfólk, so sum fótarøkt, tannrøkt, hárfríðkan o.a. kunnu byrja aftur varisliga. Hvussu hetta verður gjørt, verður ymiskt frá øki til øki, tí umstøðurnar at skipa hesar tænastur eru ymiskar. Tað ræður um at fylgja almennu leiðreglunum um sosialan atburð, handreinføri, reingerð og eisini verndarútgerð, tá tað er neyðugt.

  • Talið av borgarum til umlætting kann við tíðini økjast stigvíst, treytað av at virksemið verður skipað, soleiðis at pláss er fyri at fylgja almennu tilmælunum um frástøðu.

  • Fyribyrgjandi tænastur, so sum venjing, rehabilitering og samdøgursrehabilitering, sum kunnu stimbra likamligu og sálarligu heilsuna og betra trivnaðin, verða varisliga veittar aftur eftir skipaðum leisti, ið tekur atlit til áhaldandi at forða fyri smittu. Somuleiðis verður flutningur skipaður til hesar tænastur.

  • Visiterað dagtilboð kunnu stigvíst byrja aftur, í tann mun fysisku karmarnir og starvsfólkatilfeingið loyva tí. Hetta verður gjørt soleiðis, at borgarar við størstum tørvi fyrst fáa tænastuna í boði.
    Opin tilboð um dagtilhald, frítíðarvirksemi, venjingar o.a. kunnu, har tað ber til, verða skipað sum visiterað tilboð.

  • Fyribyrgjandi heimavitjanir kunnu byrja aftur. Eisini her verða teir borgarar raðfestir fremst, ið vantandi hava størstan tørv á tænastum frá heimatænastuni/eldratænastuni.

  • Mælt verður til heilt at bíða við øllum virksemi inni á búeindunum, sum krevur, at onnur fólk koma inn á heimini, so sum andaktum, barnagarðsvitjanum, vitjanarvinum, framførslum o.a. Hesi tiltøk kunnu framhaldandi verða skipað uttandura.

Um 14 dagar er ætlanin at meta um, hvørt ráðiligt er at víðka enn meira um tænastur og vitjanir.

Føroyar er helst millum einastu samfeløg í heiminum, har tað hevur eydnast at hildið koronasmittuni frá eldraøkinum; men hetta hevur bert eydnast, tí avvarðandi hava víst neyðugt fyrivarni, og tí at starvsfólk hava víst neyðugan professionellan hugburð. Vón okkara er, at somu fyrivarni og sami professionelli hugburður fara at vera til staðar, nú eldraøkið varliga letur upp aftur.

Fleiri tíðindi

KOMMUNUFELAGIÐ 05-04-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 21-03-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 08-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 06-02-2018
KOMMUNUFELAGIÐ 03-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 30-10-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 06-07-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 15-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 13-06-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 24-04-2017
KOMMUNUFELAGIÐ 28-03-2017