Kommunufelagið

Búskaparráðið á villinistíggjum

15. september 2016

Búskaparráðið hevur í síni heystfrágreiðing kent seg serliga kallað til at taka kommunurnar undir sítt veingjabreiði. Í tí sambandi hevur ráðið eisini átikið sær at gera løgfrøðiligar greiningar og geva politisk ráð, her í millum frítt at hugleiða um, hvørt føroyskar kommunur hava nakran tilverurætt ella ikki. Kommunufelagið mælir til, at Búskaparráðið heldur seg til økið, tey hava skil fyri.

Grundleggjandi sjónarmiðið hjá Búskaparráðnum tykist vera, at kommunurnar við sínum íløgum leggja so stórt trýst á búskapin, at tær mugu undir okkurt slag av umsiting frá landsins síðu. Soleiðis sum ráðið lesur løgfrøðiliga grundarlagið undir kommununum, eru ikki stórvegis forðingar fyri hesum, men her mistekur ráðið seg, halda vit!.

Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur longu avvíst, at landsmyndugleikin ætlar at leggja seg út í kommunala búskapin. Hon vil heldur finna gongdar leiðir í felag við kommunum og felagi teirra. Kommunufelagið fer staðiliga at mæla landsstýriskvinnuni at halda fast við hetta sjónarmið, tí partarnir báðir eru jú longu farnir undir at fáa taltilfar til vega, sum lýsir ætlaðu íløgurnar komandi árini. Við hesum tilfari sum grundarlagi fer at bera til at síggja, hvør man yvirupphita búskapin, og hvussu ein slík avbjóðing kann handfarast.

Men henda tilgongd má fara fram við hóskandi virðing fyri hvørjum øðrum, eftir teimum fortreytum, sum so hvørt eru skaptar innan økið her á landi. Eitt er vist: føroysku kommunurnar standa á eins fastari grund sum tær í grannalondum okkara, og eiga at verða viðfarnar samsvarandi hesum. Tí hevur Kommunufelagið skrivað nakrar viðmerkingar til sjónarmið Búskapar­ráðsins. Les viðmerkingarnar her.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo