Kommunufelagið

Ársfundurin hjá KIMO hildin í Malmø

30. oktober 2017

Ársfundurin hjá KIMO var á hesum sinni í Malmø í døgunum 11.-13. oktober, samstundis sum ráðstevnan “Life below water” varð hildin har. Life below water er partur av ætlanini Burðardygg Menning hjá ST. Mál nr. 14 í hesi ætlan snýr seg um lívið undir vatnskorpuni, og at kommunur og lokalsamfeløg gera sítt til at verja hetta lív. Í Malmø eru nógv átøk ávegis ella longu í gongd, har í millum ein undirvísingarstovnur, har skúlabørn vitja og læra um lívið í sjónum.

Sveiney Sverrisdóttir og Jóhan Lamhauge umboðaðu Kommunufelagið í Malmø.

Ráðstevnan byrjaði við, at Victoria krúnprinsessa setti ráðstevnuna. Prinsessan hevur stóran áhuga fyri havumhvørinum og er ein íðin forsprákari fyri burðardyggari menning.

Fyrsti røðarin var svenski umhvørvismálaráðharrin Karolina Skog. Hon takkaði Malmø og KIMO fyri,  at tey standa á odda fyri einum sunnum havumhvørvi og einum burðardyggum samfelagi. Hon takkað eisini KIMO fyri, at hava latið henni samtyktina um mikroplast, sum vísir á ítøkilig tiltøk, sum  almennir stovnar kunnu seta í verk fyri at minka um hetta slagið av dálking.

Katrin Stjernfeldt, borgarstjóri í Malmø, greiddi frá, at Malmø var ein av fyrstu kommununum í Svøríki at taka undir við teimum 17 málunum hjá ST og hevur síðani gjørt tey til síni egnu.

Frederic Hauge, ið stovnaði tann kenda  felagsskapin Bellona, segði frá møguleikunum í grønum loysnum. Hann vísti við dømum á, at burðardyggar loysnir verða í framtíðini betri og bíligari enn dálkandi loysnir. At blái búskapurin – at brúka havið og tess tilfeingi á burðardyggan hátt – gevur okkum stórar møguleikar, um vit fara væl um.

Seinna ráðstevnudagin varð vitjað á ymsum stovnum, sum arbeiða við burðardyggum loysnum.

Inn í millum øll hesi tiltøk helt KIMO tríggjar fundir. Ársfundurin var so triðja dagin, og har vóru møtt eini 40 umboð fyri KIMO. Millum tey mál, sum vóru á skránni, var millum onnur stúranin fyri, at verkætlanin “Fishing for Litter” ella Ruskveiða verður ávirkað av nýggjari EU lóggávu, sum fer at hava við sær, at gjøld skulu rindast fyri rusk, ið skip og bátar lata inn. Meginreglan í í verkætlanini er annars, at rusk, sum er tikið upp saman við veiðuni, skal kunna latast inn uttan nakran kostnað, tí tað er neyvan væntandi, at ruskið verður latið inn til burturbeiningar, um hetta hevur útreiðslur við sær.

Í KIMO skiftast londini um formanssessin, og á fundinum var nýggjur formaður valdur. Formaður er nú Robert te Beest, sum stendur á odda fyri KIMO netverkinum í Hollandi og Belgia.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo