Kommunufelagið

Ársaðalfundurin 2018

05. apríl 2018

Ársaðalfundurin hjá Kommunufelagnum verður hildin í morgin, fríggjadagin 6. apríl, á Hotel Føroyum.

Tilmeldingarnar til ársaðalfundin frá kommunustýrislimum kring landið eru metnógvar, so áhugin er stórur frammanundan. Umframt skránna, sum hoyrir til sjálvan aðalfundin, vera tveir gestarøðarar, sum báðir fara at hugleiða um kommunurnar í framtíðini. Annar av hesum røðarum er Henrik Good Hovgaard, ið er danskur framtíðargranskari, og sum rekur fyritøkuna Futurenavigator. Hin gestarøðarin er Bill Justinussen, sum fer at gera sær sínar tankar um kommunurnar í framtíðini.

Júst framtíðin hjá kommununum er eitt evni, sum Kommunufelagið er sera upptikið av, tí júst í hesum árum verður størri og størri uppgávur og ábyrgd løgd á kommunurnar, samstundis sum at fíggjarliga haldførið kann tykist ivasamt, um vit hugsa eini 10-20 ár fram í tíðina.

Tað eru hesar umstøður, sum allar kommunur so ella so koma at virka undir komandi árini, og sum tískil eru ein felags avbjóðing.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo