Vistarskeið: Høvuðstættir í fyrisitingarrætti (fyrri dagur)

Skipað verður fyri skeiði í fyrisitingarrætti fyri starvsfólk í kommunala geiranum. Skeiðið er serliga ætlað starvsfólkum í kommununum, sum so ella so fáast við málsviðgerð – herundir á kommunuskrivstovum, í barnavernd, á eldraøkjum og á dagstovnum.
Melda til í seinasta lagi mánadagin 19. august 2024 klokkan 12!