Tøkk til Kommunufelagið
05. januar 2017
Í morgin verður nýggj politisk leiðsla vald fyri Kommunufelagið. Eg skal í hesum sambandi nýta høvið til at takka fyri tíðina í hesum spennandi og mennandi millumkommunala umhvørvi og ynskja nýggja formansskapinum blíðan byr og gott handalag.
Eg havi seinastu árini havt tann framíhjárætt at hava ein virknan leiklut í at mynda og menna virksemið hjá Kommunufelagnum. Hetta hevur verið ein spennandi tíð, har vit í felag hava tikið bæði stórar og týðandi avgerðir, sum leggja lunnar undir leiðina langt inn í framtíðina hjá kommununum í Føroyum.
Tá ið eg gjørdist borgarstjóri í Tórshavnar kommunu fyri 12 árum síðani, fekk eg eisini sæti í stýrinum hjá táverandi Kommunusamskipan Føroya (KSF). Tá vóru tvey kommunufeløg, umframt KSF eisini Føroya Kommunufelag (FKF). Feløgini samstarvaðu um Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF) og Barnaverndarstovu Føroya (BVS).
Í fleiri ár vóru samráðingar um at leggja kommunufeløgini saman í eitt felag. Sjálvur var eg partur av hesum samráðingum, serliga sum formaður í KSF árini 2007 til 2009 og aftur frá 2011 til 2013.
Størsta avbjóðingin var at finna ein hátt at skipa allar kommunurnar í eitt felag, har allar kendu seg at hava ein leiklut og ávirkan, ið sambært ymiskum eyðkennum tilkom teimum – antin tað var stødd, landafrøði ella søgulig rættindi í feløgunum.
Vit komu á mál við samanleggingartilgongdini á heysti í 2013, og nýggja Kommunufelagið varð skipað 1. januar 2014. Góða huglagið millum formansskapir og leiðslu, dugnaskapur og viljin hjá øllum til at røkka úrslitum gjørdi hetta møguligt.
Eingin ivi er um, at nú allar kommunur í Føroyum á fyrsta sinni nakrantíð eru savnaðar í einum felagsskapi, eru vit sterkari. Avbjóðingin at samantvinna øll áhugamálini hjá so ymiskum pørtum er stór, men merkir eisini, at málini vera væl lýst, væl umrødd og mett um úr øllum hugsandi sjónarhornum, áðrenn felagið ger sær eina felags meining – hetta krevur tol og hegni hjá øllum. Tað krevur, at kommunupolitikarar – serliga borgarstjórar – í hóskandi mun vísa afturhald, og ikki leggja seg ov nógv útí kjakið um prinsippmál, fyrr enn høvi hevur verið at brýna sjónarmiðini innanhýsis í Kommunufelagnum. Tað kann vera tungt fyri ein politikara, sum hevur greið sjónarmið, og sum hevur fyri neyðini at breiða sjónarmið síni fram, fyri at vinna teimum undirtøku, men uppgávan hjá stjóra og fyrisiting er ikki minni krevjandi, tí tey skulu støðugt royna at finna og seta fram felagsnevnaran, soleiðis at øll kenna seg aftur.
Hesi fyrstu 3 árini hjá felagsskapinum havi eg havt tann stóra heiður at vera formaður í Kommunufelagnum, umframt at eg havi verið nevndarformaður í KAF samfull 12 ár og partur av politisku leiðsluna á BVS seinastu 5 árini.
Hesi árini hevur felagskommunala arbeiðið verið fyri stórari menning. Frá at verða tvey kommunufeløg við tveimum sjálvstøðugum undirliggjandi stovnum, KAF og BVS, hevur eydnast okkum at savna alt í eitt felag við felags fyrisitingarligari og politiskar leiðslu. Øll fyrisitingin er í dag savnað í somu hølum í R.C. Effersøesgøtu, sum eisini fevnir um SSP samstarvið og umsitingina av Barnahúsinum. Hetta hevur givið okkum eitt gott fakligt umhvørvi við sterkum fakligum profilum, sum tilsamans skapa kommununum eitt dygt, professionelt støði at virka á.
Kommunurnar eru á so mangan hátt fólkaræðisliga frumeindin og ein týðandi leikari í gerandisdegnum hjá borgarunum. Mest prinsipiellu málini hjá kommununum verða viðgjørd í Kommunufelagnum. Og tað er eisini Kommunufelagið, sum er málgagnið hjá kommununum og arbeiðir fyri at verja áhugamálini hjá kommununum í mun til aðrar viðkomandi partar – eitt nú landsmyndugleikarnar. Tað er tí av stórum týdningi fyri fólkaræðið, at vit hava eitt sterkt, virkisført Kommunufelag. Somuleiðis er tað av stórum týdningi, at tað eru borgarstjórar, ið mynda stýrið í Kommunufelagnum, tí hetta gevur felagnum neyðuga myndugleikan út í almenningin, og samstundis neyðuga sambandið til kommunurnar.
Ein av fremstu uppgávunum hjá Kommunufelagnum er at verja og styrkja kommunala sjálvræðið. Hetta er ein støðug avbjóðing, serliga nú rákið er at savna í størri eindir, og tað sær út til at mong bert hugsa um kommunur sum effektivar umsitingareindir heldur enn fólkavaldar stovnar, sum hava eitt sjálvstøðugt fólkaræðisligt tilverugrundarlag. Hugburðurin, sum sprettur úr hesum ráki er, at smáar kommunur ikki longur megna at stýra sínum viðurskiftum, og tí ikki longur hava sín sjálvstøðuga tilverurætt. Hetta er ein hóttan móti fólkaræðinum, sum kommunupolitikarar eiga at taka í størsta álvara.
Størsta einstaka málið hesa seinastu tíðina er uttan iva eldraøkið, sum í 2015 varð flutt kommununum at fyrisita. Eldraøkið svarar í dag fíggjarliga til uml. 25 % av samlaða kommunala geiranum, og vit vita at tað veksur. Mesta orkan higartil er brúkt til at fáa yvirtøkuna rættvísa og fíggjarliga rímiliga. Mín vón er, at frameftir verður størri orka til at leggja dent á innihald, trygd og dygd.
Í morgin skal Kommunufelagið velja nýggjan formansskap, og seinni í ár skal nýggj nevnd veljast í KAF. Uttan mun til, hvør verður valdur, so eru avbjóðingarnar stórar. At halda saman um ein felagsskap, sum skal rúma einum limaskara av kommunum við 40 íbúgvum upp til kommunur við yvir 20.000 íbúgvum krevur tol, hegni og gott handalag. Men mest av øllum krevur tað virðing fyri kommunala stovninum sum fólkaræðislig eind.
Hetta veit eg av royndum. Men eg veit eisini at tað sita nógvir góðir og dugnaligir borgarstjórar í komandi stýrinum hjá Kommunufelagnum, til reiðar at bera felagið enn longri fram á leið.
Eg ynski við hesum felagnum blíðan byr komandi 4 árini. Eisini ynski eg komandi stýrinum og formansskapinum gott arbeiðslag og hepna hond.
At enda vil eg takka øllum samstarvsfeløgum í Kommunufelagnum fyri gott, gevandi og læruríkt samstarv hesi árini. Ikki minst vil eg takka øllum starvsfólkunum í felagnum fyri tað megnar arbeiðið, tey støðugt fremja.
Heðin Mortensen
Formaður í Kommunufelag Føroya