Tíðindaskriv frá Listaleypinum
29. oktober 2020
Listaleypurin er aftur í ár fyltur við einum hópi av spennandi framførslum, dagsverkstovum og longri verkstovum til for- og fólkaskúlar í Føroyum. Leypurin hevur ikki færri enn 17 ymiskar Listaleypavitjanir, ið ferðast kring landið skúlaárið 2020-21.
Ein teirra eru verkstovan Nýmótans ENDURNÝTSLUKLÆÐIR, sum føroyski sniðgevin Frida Poulsen stendur fyri. Verkstovan vitjar á skúlum hesa vikuna og undurtøkan er sera góð og evnið viðkomandi.
Frida sigur soleiðis um verkstovuna: Í dagsins samfelag, har klæðini eru næststørsta kelda til dálking, fari eg at læra børnini, hvussu vit annaðhvørt kunnu halda fram at brúka tey klæðir, vit eiga, ella keypa endurnýtsluklæðir. Eg haldi tað vera sera týdningarmikið, at børn læra hetta tíðliga. Børnini, gentur og dreingir í øllum aldri, læra at seyma klæðir um og finna útav, hvussu lætt og stuttligt tað kann vera.
Les meira um Listaleypin á www.listaleypurin.fo
Stigtakarar
Norðurlandahúsið í Føroyum, Mentamálaráðið, Kommunufelagið & LISA
#Listaleypurin #endurnýtsla #recycling #recycle #upcycling #zerowaste #sustainability #reuse #ecofriendly #environment