Tilflyting og integratión skapar vøkstur
01. desember 2016
Fríggjadagin 25. november luttóku umboð fyri Útlendingastovuna og Kommunufelagið á evnisdegi um tilflyting, integratión og fólkavøkstur. Dagurin var skipaður av felagsskapunum Hela Norden Ska Leva og Nordregio. Á fundinum var viðgjørt, hvussu vit kunna integrera tilflytarar á besta hátt, og hvussu hetta kann gera sítt til at bøta um fallandi fólkatøl, serliga í útjaðaraøkjum.
Flestu norðurlond eru í tí støðu, at miðalaldurin í samfelagnum hækkar. Alsamt færri børn verða fødd og lutfallið ímillum tey, sum eru á arbeiðsmarknaðinum og tey sum eru uttanfyri arbeiðsmarknaðin, broytist munandi. Sokallaða forsyrgjaralutfallið broytist til tað verra.
Seinastu árini eru nógvir tilflytarar komnir til norðurlond, serliga orsaka av kreppuni í Miðeystri. Hetta hevur eisini havt við sær fólkavøkstur, eisini uttanfyri stórbýirnar, í økjum, har útlitini annars ikki hava verið góð.
Um tað ber til at integrera tilflytararnar og fáa teimum eitt gott tilknýti til arbeiðsmarknaðin, kann tilflytingin gera demografisku avbjóðingarnar í norðurlendsku samfeløgunum minni trupla. Eydnast integratiónin ikki, og fáa tey nýkomnu ikki fast tilknýti til arbeiðsmarknaðin, kann tilflytingin hinvegin gerast steinur oman á byrðu hjá norðurlondum.
Endamálið við evnisdegnum var at umrøða møguleikar og vansar við tilflyting, og at taka fram dømi um væleydnaða integratión.
David Im, integrasjónssamskipari hjá Útlendingastovuni, greiddi frá tilflytingini til Føroya og hvørji átøk vit hava gjørt, sum kunna gerast grundarlag undir einari væleydnaðari integratión.
Tey knappliga 1000 fólkini í Føroyum, sum koma úr øðrum londum enn norðurlondum, stava í stóran mun frá Filipsoyggjunum, Teilandi, Rumenia og Póllandi. Seinastu árini hava fleiri kommunur roynt at røkka hesum nýggju borgarum í landi okkara, eitt nú við málskeiðum, kunningartiltøkum og hugnaligum samkomum av ymsum slagi. Hetta hevur verið væleydnað og skundar undir at leggja enn størri dent á slík átøk.
Mest umráðandi er tó at møta nýkomnu fólkunum við opnum sinni og síggja tey sum ein mennandi møguleika fyri okkum, heldur enn ein meinbogi, ið kemur afturat. Tað ræður um at skapa hetta tilknýtið sum skjótast, so tey uttan stórvegis hóvasták fella inn í okkara gerandisdag. Ikki minst á arbeiðsmarknaðinum kunnu nógvir førleikar, ið tilflytararnir hava við sær, koma til sín rætt, og gerast ein stórur vinningur fyri allar partar.
Sum felags norðurlendsku royndirnar vísa, kann ein væl skipað innleiðsla lætta munandi um integratiónina hjá tilflytarunum til nýggja landið, tey eru komin til. Her spæla tey, sum í sínum starvi hava dagligt samskifti við tilflytararnar, ein serliga týðandi leiklut: á dagstovnum, skúlum og tænastum av ymsum slagi – men øll eiga vit at hava hurðarnar standandi opnar, so ongin kennir seg uttanfyri.