Kommunufelagið

Tað gongur alt ov væl í kommununum!

25. oktober 2016

Í fleiri umførum hava umboð fyri landsmyndugleikarnar verið úti og harmast um góðu gongdina í kommununum. Gongdin er beinleiðis vandamikil, verður sagt – peningur rennur í kassarnar og kommunurnar hava í sambandi við yvirtøkuna av eldraøkinum fingið eina yvirfígging, so tað forslær.  Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum stendur enntá, at inntøkur og útreiðslur hjá kommunum eru trífaldaðar síðani 2009.

Hyggjarin stendur sjálvandi ivandi: hetta ljóðar jú heilt burturvið? Vit kunna bara staðfesta, at hetta er heilt burturvið.

Vit skulu bara stutt vísa á nøkur tøl fyri seinastu 4-5 árini, har vøksturin í samfelagnum hevur verið stórur.

Inntøkurnar hjá landinum  eru síðani 2012 vaksnar við 560 mió. kr.  Inntøkurnar hjá kommununum eru vaksnar nærum líka nógv, uml. 500 mió. kr. Men havast skal í huga, at kommunurnar hava yvirtikið eitt tað størsta vælferðarøkið, nevniliga eldraøkið, sum kostar omanfyri 400 mió. kr. Inntøkuvøksturin hjá kommununum er sostatt bara uml. 100 mió. kr. ímeðan landskassin hevur fingið omanfyri ½ mia. í meirinntøku seinastu 4 árini.

Tá ið talan er um íløgur, hava kommunurnar havt støðugar íløgur millum 300–350 mió. kr. seinastu 4 árini. Hinvegin eru íløgurnar hjá landinum vaksnar úr 182 mió. kr. upp í 346 mió. kr. seinastu 4 árini. So tíðindaflutningurin í KVF í gjárkvøldið kann ikki sigast annað enn at vera misvísandi.

Tá ið sagt verður, at kommunurnar í sambandi við yvirtøkuna av eldraøkinum hava fingið ov nógv av peningi, so er hetta heldur ikki rætt. Treyðugt so hevur onkur kommuna havt eina meirinntøku av yvirtøkuni. Taka vit hin vegin bert 3 tær størstu kommunurnar, hava hesar út við 15 milliónir í undirskoti av at yvirtaka eldraøkið.

So heldur ikki í hesum førinum er nakað hald í útsøgnunum, sum bornar vóru fram í Kringvarpinum í gjárkvøldið.

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo