Kommunufelagið
Skeið í kommunustýrisarbeiðinum
12. januar 2017
Seinni partin í januar fer Kommunufelagið á ferð við skeiði fyri nývaldum kommunustýrislimum. Endamálið við skeiðinum er at geva geva kommunustýrislimum innlit í galdandi kommunustýrislóggávu, kommunustýrisarbeiðið og kommunalu uppgávurnar.
Fyri at røkka sum flestum luttakarum, verður skeiðið ýmsa staðni í Føroyum. Um tað ikki liggur fyri til at møta á lokala skeiðið, ber til at melda luttøku á øðrum skeiðstað.
Skeiðhaldarar eru føroyskir við hollum royndum innan fyri kommunala geiran.
Freist at melda til er fríggjadagin 13. januar. Heinta skeiðlýsingina her.