Kommunufelagið

Orkusemja

23. mars 2022

Semja um orkumálið var undirritað úti á Tinganesi um miðdagsleitið í dag. Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, skrivaði undir fyri Føroya landsstýrið og Heðin Mortensen, Tórbjørn Jacobsen og Kári Johansen skrivaðu undir umboðandi eina samráðingarnevnd - vald á eykaaðalfundi hjá SEV hin 26. november 2021.

Semjan snýr seg í stuttum um tríggjar tættir:

  • Høvuðsbulurin er, at SEV frameftir skal eiga, reka og hava kervisábyrgdina fyri føroysku elskipanini. Kervisábyrgdin fatar um elnetið, rakstur av skipanarberandi eindum og systemábyrgd. Skipanarberandi eindir eru t.d. størru diesel- og vatnorkuverkini, sum hava megina til at tryggja støðugan mátt, umframt ætlaða pumpuskipanin í Vestmanna

 

  • Viðvíkjandi varandi orkuframleiðslu (vindur, sjóvarfall etc.) varðveitir SEV rættin til at bjóða á jøvnum føti við aðrar fyritøkur á marknaðinum. Einasta treytin er, at SEV leggur hendan partin av varandi framleiðsluni í eitt dóttirfelag við egnari skipan og manning. Staðfest verður í semjuni, at orkumyndugleikin og SEV semjast um útboð av verkum við varandi orku soleiðis, at útboð og útbygging av elskipanini í framtíðini ganga hond í hond.

 

  • Ongin endalig niðurstøða er um sølupartin, men partarnir eru kortini samdir um, at seta niður ein bólk við tveimum umboðum fyri hvønn partin til tess at kanna, hvussu ein marknaður í søluliðnum kann skipast á ein einfaldan og ódýran hátt. Hendan kanningin skal vera liðug í 2023. Um arbeiðsbólkurin ikki tá kann semjast um eina niðurstøðu, kunnu samráðingarpartarnir tilnevna ein fakligan semingsmann ella seta niður eina nevnd við fakligum førleikum til tað at flyta málið fram á leið.

Tilgongdin fram til semjuna hevur verið drúgv. Landspolitiski áhugin fyri interkommunala felagsskapinum SEV hevur verið stórur hesi seinastu árini. Sjónarmiðini hava flutt seg frá ognartøku til sundurliming og í stóran mun privatisering. Í hesum løgtingsvalskeiðnum var ætlanin sambært samgongu-skjalinum hendan: “Munandi meira ferð eigur at verða sett á framleiðsluna av grønari orku. Fyri at røkka hesum máli verður arbeitt fyri at tryggja størri kapping á framleiðslu- og sølusíðuni. Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum. Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja.”

Hvussu mangir samráðingarfundir ið hava verið millum partarnar yvir eitt drúgt tíðarmál er ikki til at vita, men eftir kommunuvalið seinast valdu eigararnir av interkommunala orkufelagsskapinum SEV at seta niður eina nevnd við 5 borgarstjórum at eftirmeta bygnaðin í SEV. Hesin var einmælt valdur á fundi í SEV hin 19. februar 2021. Sum fráleið gjørdist tað greitt, at tingingarnar millum partarnar (SEV og Umhvørvisstovuna) máttu lyftast frá embætisstigi upp á politiskt stig fyri yvirhøvur at røkka einari semju. Á fundi í SEV hin 26. november 2021 valdu eigararnir eina politiska nevnd til tess at fara undir samráðingar við landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum um orkumálið. Heðin, Tórbjørn og Kári vóru valdir. Nakað fyri hetta hevði Magnus Rasmussen loyst Helga Abrahamsen av í Tinganesi. Hesir tríggir og landsstýrismaðurin hava umboðað partarnar undir samráðingunum. Á eykaaðalfundi hjá SEV hin 16. mars í ár tóku 64 atkvøður undir við semjuni, 3 vóru ímóti meðan ein var blonk.

Við undirritaðu semjuni fær interkommunali orkufelagsskapurin SEV vónandi og væntandi frið og náðir til at reka sítt virksemi – í høvuðsheitum sum frammanundan – í mong ár fram í tíð uttan órógvandi forðingar frá ymsum sersjónarmiðum í landspolitiska geiranum.
 

Semjuskjalið kann lesast her

 

Samráðingarnevndin

Heðin Mortensen  Tórbjørn Jacobsen         Kári Johansen

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo