Kommunufelagið

Nýtt stýri í Kommunufelagnum verður skipað fríggjadagin 6. januar

05. januar 2017

Fríggjadagin 6. januar 2017 kl. 10.00 hittast borgarstjórar úr øllum 29 kommununum í Føroyum til fund í Kommunuhúsinum. Einasta mál á skrá er val av nýggjum stýri fyri felagið komandi fýra árini. Stýrið í felagnum telur 13 stýrislimir, ið allir skulu vera borgarstjórar.

Eftir at stýrið er valt, verður stuttur stýrisfundur, har formaður og næstformaður verða valdir fyri felagið komandi tvey árini. 
Stýrið verður eftir viðtøkum felagsins § 7 stk. 2 valt eftir hesi skipan:

• Norðuroyggjar (Klaksvík, Hvannasund, Viðareiði, Húsa k., Kunoy og Fugloy) 1 lim
• Eystur Eysturoy (Fuglafjørður, Eysturkommuna) 2 limir
• Vestur Eysturoy (Nes, Runavík, Sjóvar kommuna) 1 lim
• Sundalagið (Sunda kommuna og Eiði) 1 lim
• Streymoy (Tórshavn) 1 lim
• Vestur Streymoy (Vestmanna og Kvívík) 1 lim
• Vágar (Sørvágur, Vága kommuna) 1 lim
• Sandoy (Sandur, Skopun, Skálavík, Húsavíkar kommuna og Skúvoy) 1 lim
• Norður Suðuroy (Hvalba, Tvøroyri og Fámjin) 1 lim
• Suður Suðuroy (Hov, Porkeri, Vágur og Sumba) 1 lim

Kommunustýrini í hvørjum einstøkum øki gera semju um at velja ein stýrislim. Semjast kommunurnar ikki um umboðanina, verður borgarstjórin í størstu kommununi umboð fyri økið.

Stk. 3. Kommunurnar, sum sambært stk. 2 ikki fáa lim í stýrið, velja 2 umboð eftir hesum leisti:
Kommunurnar við fleiri enn 750 íbúgvum velja sínámillum eitt umboð.
Kommunurnar við færri enn 750 íbúgvum velja sínámillum eitt umboð.

Stk. 4. Tá ið valt verður sambært stk. 3, hevur hvør kommuna eina atkvøðu. Atkvøðugreiðslan fer fram eftir meirilutavalháttinum sambært § 2 í kommunustýrislógini.

Stk. 5. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni eftir somu mannagongd, sum formaður og næstformaður verða valdir í kommunustýrum, tó so, at formaður og næstformaður verða valdir fyri 2 ár í senn.
 

Samband

Kommunufelagið

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: kf@kf.fo